Bjartalíð: Vit eru har vit skulu vera nú (FM1)

(FM1) Hoyr ein fegnan 1-0 málskjútta hjá KÍ seta orð á góða 2-1 sigurin á HB

Jóannes Bjartalíð hjá KÍ í nærdysti við Adrian Justinussen hjá HB

Jóannes Bjartalíð hjá KÍ í nærdysti við Adrian Justinussen hjá HB

##med2##

- Vit eru har vit skulu vera.

- Vit vunnu ein uppibornan sigur á HB.

- Vit hava havt eitt gott tak á HB í ár.

Hetta er nakað av tí sum fyrri málskjúttin hjá KÍ, Jóannes Bjartalíð hevur at siga um 2-1 heimasigurin á HB, ið merkir, at KÍ er bert tvey stig frá oddinum nú.

Jóannes Bjartalíð viðgongur tó, at KÍ-arnir gjørdust dekan ov strongdir tá HB minkaði um munin til 2-1.

Um 1-0 málið sigur Jóannes Bjartalíð: - Eg hugsaði bara um at smekka til fyrstu ferð, og tíbetur fór hann inn. 

KÍ – HB 2-1 (0-0)

1-0: Jóannes Bjartalíð (49.)

2-0: Páll A. Klettskarð (55.)

2-1: Mikkel Dahl (75.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Jóannes Bjartalíð aftaná dystin. 

HER  ber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá teimum trimum málunum og dystarendanum. Hoyr eisini viðmerkjaran hjá FM1, Rógva Jacobsen taka stutt samanum málini og dystin. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Jens Berthel Askou. 

Jóannes Bjartalíð hjá KÍ í nærdysti við Adrian Justinussen hjá HB

(Samrøða: Jóannes Bjartalíð)