Bjartur: Eg skuldi bara vinna

FM1: Bjartur René Nielsen vann á DM-vinnara í boksing

Mynd: (Álvur Haraldsen) Bjartur René Nielsen boksar móti Andreas Luy Jensen, sum vann DM fyri nýbyrjarar fyrr í ár

Mynd: (Álvur Haraldsen) Bjartur René Nielsen boksar móti Andreas Luy Jensen, sum vann DM fyri nýbyrjarar fyrr í ár

##med4##

Leygarkvøldið var boksistevnan, Faroe Fight Night 2019, í høllini á Hálsi. 12 boksidystir vóru skránni, harav vóru tveir føroyingar í ringinum.

Brot úr grein í ÍtróttarSosialinum 27. mai 2019 

Fyrstur í ringin av føroyingunum var Bjartur René Nielsen. Hann boksaði móti Andreas Luy Jensen, ið hevur vunnið DM fyri byrjarar fyrr í ár. Hetta er ein dystur í Elite-bólkinum í vektklassanum millumvekt.

Her vann Bjartur René Nielsen eftir tríggjar umgangir á tríggjar minuttir. Dómaraatkvøðurnar søgdu 4-1 til føroyska boksaran. Tað var nógv róp og fagnaður undir og eftir dystin.

##med2##

- Hetta er fantastiskt. Eg skuldi bara vinna á honum og eg fór beint eftir tí. Tað hevði eisini stóran týdning fyri meg, at hoyra vinfólk og áskoðararnar rópa og stuðla mær, sigur Bjartur René Nielsen, sum boksar fyri Tórshavn Boksing, og leggur afturat:

-Tað bleiv ikki so taktiskt, sum eg hevði roknað við. Tað bleiv meira ein bardagi. Ringurin er lítil og tá blívur tað oftani upp á hendan mátan. Tað er lítið pláss at flyta seg í og instinktini tóku yvir, sigur føroyski boksarin, ið kendi á sær, at hann var omana frá byrjan.

 ##med3##

-Tað var ein góður og harður dystur, sum eg havi glett meg til. Eg visti hvat fyri uppgávu eg hevði. Í fyrstu rundu fór beint eftir honum, og eg føldi at eg vann runduna. Í aðru rundu er tað meiri javnt, har vit báðir raka væl, men eg kendi á mær at eg eisini vann hana. Til triðju rundu haldi eg, at eg havi vunnið tvær tær fyrstu, og skal bara geva alt, sum eg havi, fortelur Bjartur René Nielsen, sum eisini føldi at hann hevði nakað at hevna.

 - Hann hevur vunnið á einum av okkara fyrr, so nú skuldi eg vinna á honum. Hann bleiv nummar tvey til Sjællandsmeistaraheitið og hann vann DM fyri byrjarar í millmvekt. Eg skuldi bara vinna hann og tað gjørdi og tað eri eg glaður fyri, sigur Bjartur René Nielsen.

##ms##

Mynd: (Álvur Haraldsen) Bjartur René Nielsen boksar móti Andreas Luy Jensen, sum vann DM fyri nýbyrjarar fyrr í ár

Samrøða við Bjartur René Nielsen eftir boksidystin á Faroe Fight Night 2019