Bo Henriksen: FSF hevur ikki tosað við meg

Venjarin hjá AC Horsens hevur verið settur í samband við landsliðsvenjarastarvið

Bo Henriksen, sum er venjari hjá Halli Hansson í AC Horsens, hevur verið nevndir sum ein boð upp á nýggjan landsliðsvenjara hjá Føroyum, tá Lars Olsen nú gevst.

Tað er eitt sindur óvist hvar søgan kemur frá, tí Fótbóltssambandið hevur avsannað samráðingar eru við nakran venjara. Nú avsannar Bo Henriksen eisini, at hann er í samráðingum ella hevur hoyrt frá FSF.

- Av tí at eg ikki hava hoyrt nakað frá føroyska Fótbóltssambandinum ella nøkrum øðrum, so er tað lætt fyri meg at avsanna søgurnar. Leysasøgur er ein partur av fótbóltinum og tað fái eg ikki gjørt nakað við, sigur hann við Horsens Folkeblad.

Sum skilst, so er Fótbóltssambandið í løtuni í holt við at taka ímóti umsóknum, sum koma inn, eftir at landsliðsstarvið bleiv lýst leyst. Tað eru ikki samráðingar við nakran enn.