Børnini úr Klaksvík struku avstað við gullinum

Børnini úr Klaksvík struku avstað við gullinum, meðan tey ungu úr Havn fóru við gullinum til bestu ungdómarnar.

Mynd av U17/19 heiðursmerkjavinnarunum, har HBF fekk gull og bronsu, meðan KBF fekk silvur.

Mynd av U17/19 heiðursmerkjavinnarunum, har HBF fekk gull og bronsu, meðan KBF fekk silvur.

Leikarar og viðhaldsfólk fingu sær av flaggprýddu kringlunum í KÍ-høllini og badmintonhøllini í Klaksvík, nú Badmintonsamband Føroya rundaði tey 40 árini síðani stovnan sunnudagin. Hóast tilmælta avmarkingin á 100 fólk í høllini í senn bleiv vird, merktist ein góður kappingarrómur í høllunum báðum, nú tær vóru karmur um ársins FM í badmintonkappingini fyri lið, skrivar Badmintonsambandið.

Í liðkappiningi melda feløgini lið av badmintonleikarum til, sum síðani kappast í teimum fimm ymsu greinunum: Einmansleiki m/k, tvímansleiki m/k og blandaðum tvímansleiki. Í ár høvdu badmintonfeløgini í Klaksvík (KBF) og Havn (HBF) meldað sekstan lið til í ár, har kappast bleiv í fýra aldursbólkum frá U11 til U17/19. Umframt tey bæði feløgini eru eisini badmintonfeløg í Fuglafirði (ÍF), Runavík (Nápur), Vágunum (MBF) og á Sandi.

Í yngru aldursbólkunum U11 og U13 stóðu lið av gulum leikarum úr KBF ovast á skamlinum og tóku ímóti gull heiðursmerkjunum. Hinvegin vóru átti høvuðsstaðarfelagið bestu liðini av ungdómsleikarum, tá HBF lið struku avstað við gullinum í U15 og U17/19.

Úrslitini av FM fyri lið 2021 blivu hesi:

U11:

Gull: KBF 1

Silvur: KBF 2

Bronsa: HBF

##med2## 

U13:

Gull: KBF

Silvur: HBF 1

Bronsa: HBF 2

##med3## 

U15:

Gull: HBF 1

Silvur: HBF 2

Bronsa: KBF

##med4## 

U17/19:

Gull: HBF 1

Silvur: KBF

Bronsa: HBF 2

##med5##

Mynd av U17/19 heiðursmerkjavinnarunum, har HBF fekk gull og bronsu, meðan KBF fekk silvur.