Í kvøld er fyrsti landskappingardysturin í næstbestu deildini. Talan er um grannauppgerð millum næstbestu liðini hjá NSÍ og Víking.
Eftir fyrra hálvleik er NSÍ frammanfyri 2-0. Atli D. Petersen og Jørgen Nielsen hava skorað NSÍ málini í fyrra hálvleiki.
Ein av teimum í NSÍ, sum frá byrjan sótu á beinkinum, er Bogi Løkin. Í fjør flutti gávuríki Bogi aftur til Føroya eftir fleiri ár undir útbúgving í Danmark. Hann umboðaði ÍF síðsta kappingarár, tá ið hann var skrásettur fyri 15 dystir á besta liðnum.
Nógvu tey seinnu árini hevur Bogi verið skaðadarvaður. Tað var orsøkin til, at hann í fjør mest sum ongantíð var á vøllinum alla tíðina.
Nú er Bogi aftur í barndómsfelagnum NSÍ, har hann er á næstbesta liðnum.
32 ára gamli Bogi Løkin var longu í 2005 á besta liðnum hjá NSÍ, og har var hann í 2007 við til at vinna fyrsta og higartil einasta FM heitið, sum teir í Runavík hava vunnið.
Bogi hevur sambært faroesoccer.com spælt 187 landskappingardystir í bestu deildini, og hann hevur spælt 18 landsdystir.