Bogi og Arne vunnu FM fyri pør í bridge

19 pør tóku lut í kappingini í Bridgehúsinum í Havn

Bogi Simonsen og Arne Mikkelsen vunnu FM fyri pør í bridge

Bogi Simonsen og Arne Mikkelsen vunnu FM fyri pør í bridge

Farna vikuskiftið var FM fyri pør í bridge í Bridgehúsinum í Havn. 

 

19 pør tóku lut í kappingini, og harímillum nógv nýggj andlit, sum tóku lut í FM kappingini á fyrsta sinni. Spæld vóru tilsamans 76 spøl. Pørini, ið vanliga eru favorittar til hesar kappingarnar, løgdu seg beinanvegin á odda, men sum kappingin leið løgdu Arne Mikkelsen og Bogi Simonsen sjógv millum seg og kappingarneytarnar og vunnu kappinginahttp://umsiting.in.fo/ greitt.

 

Hetta er fimta ferðin, at teir báðir fara við FM heitinum fyri pør. Kappingin var væl skipað og gekk væl. Kappingarleiðari var Símun Lassaberg. Pørini, sum endaðu yvir miðal vóru hesi:

 

 

1. Bogi Simonsen og Arne Mikkelsen                  141 stig

2. Rói á Rógvu Joensen og Egil Sondum    99

3. Allan Dal-Christiansen og Magni Jøkladal        84

4. Árni M. Dam og Dánjal Pauli Mohr                  73

5. Robert Langgaard og Eyðun Anthoniussen     61

6. Jens Pauli G. Nolsøe og Vigfús Pálsson             45

7. Ingibjørg Dam Hansen og Oddmar Danielsen             40

8. Jákup Hjaltalin og Dia Jacobsen                         10

 

 

Bogi Simonsen og Arne Mikkelsen vunnu FM fyri pør í bridge