Bogi Simonsen: Árni er ársins spælari hjá B36 (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna sum var við kenda B36-fjepparan á FM1 seinnapartin

Tað gekk illa í hond í FM-finaluni, men annars var talan um eitt gott kappingarár hjá B36, heldur kendi fjepparin, Bogi Simonsen

Tað gekk illa í hond í FM-finaluni, men annars var talan um eitt gott kappingarár hjá B36, heldur kendi fjepparin, Bogi Simonsen

##med2##

Millum gestirnar í SportBoxini á FM1 seinnapartin var Bogi Simonsen, kendur B36-fjeppari.

Bogi var fyri stuttum og kappaðist í smátjóðakapping í bridge í Beograd í Serbia, og nakrir minuttir fóru eisini til at tosa um tað.

Bogi viðgongur, at B36 sá ikki gott út móti KÍ í FM-finaluni, men annars er talan um eitt gott kappingarár hjá B36, har Bogi hevur atkvøtt fyri Árna Frederiksberg sum ársins spælara í B36.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna, ið var við Boga Simonsen á FM1 seinnapartin. 

 

 

Tað gekk illa í hond í FM-finaluni, men annars var talan um eitt gott kappingarár hjá B36, heldur kendi fjepparin, Bogi Simonsen

(Samrøða við Boga Simonsen í SportBoxini)