Bogi tekur eitt tørn fyri barndómsfelagið

Gamal kenningur á Skála er settur at vera hjálparvenjari hjá Sorin Anghel

Bogi Gregersen og Ingi Hansen, formaður í Skála Ítróttarfelag

Bogi Gregersen og Ingi Hansen, formaður í Skála Ítróttarfelag

Hetta vikuskiftið fer bólturin á rull í næstbestu deildini. Skála, sum í fjør flutti niður úr bestu deildini, skal í fyrsta umfari í morgin spæla á útivølli ímóti AB, sum eisini flutti niður í fjør.

Í kvøld boðar Skála frá, at nýggjur hjálparvenjari er settur hjá Sorin Anghel, sum er høvuðsvenjari. Talan er um Boga Gregersen, sum eisini venur liðið í 2. deild.

Skála skrivar soleiðis:

Bogi Gregersen er settur sum hjálparvenjari og verður partur av venjaratoyminum hjá besta mansliðnum. Bogi er gamal í garði hjá Skála ÍF, og er á Faroesoccer skrásettur fyri 271 dystir fyri Skála. Tó er tað nøkur ár síðan hann legði gaggurnar á hillina. Bogi hevur seinnu árini verið ungdómsvenjari í felagnum, men hevur í ár játta seg at vera part av venjaratoyminum hjá besta mansliðnum.

Markus Olsen er settur sum venjari hjá 2.deild, og Rói Olsen verður eisini hjálparvenjari og hevur ábyrgd av U21 liðnum. Bæði Markus og Rói eru væl royndir sum leikarar, men fara í ár at royna seg í venjaraleiklutinum. Tað kann væl hugsast at Markus hevur gaggurna við til onkran dyst eisini.

Rói fekk tíverri ein álvarsligan skaða í dysti móti Víkingi í fjør, men hóast Rói ikki kann luttaka á vøllinum, so er hann til dystin fús við síðulinjuna.

Bogi Gregersen og Ingi Hansen, formaður í Skála Ítróttarfelag