Boksing: Benjamin vann eisini sín dyst

Føroysk boksing hevur í kvøld vunnið tveir dystir á Faroe Fight Night

Í kvøld er Faroe Fight Night 2019 í høllini á Hálsi. Tað hava verið 12 boksidystir og í tveimum av teimum hevur verið føroysk luttøka. Fyrr í kvøld vann Bjartur René Nielsen sín dyst móti Andreas Luy Jensen úr BK Ørnen.

Í 12. og seinasta dystinum vann Benjamin Baadsager úr Tórshavn Boksing á Mago Dubaev úr AK Falken. Benjamin Baadsager vann eftir tríggjar ferðir tríggjar minuttir. Dómarakortini søgdu at Benjamin Baadsager vann 4-1. Hetta var ein U19 dystur í lættvekt.

##med2## 

Faroe Fight Night 2019 er av á hesum sinni. Tórshavn Boksing kunngørdi eftir seinasta dystin, at hetta verður ikki seinasta boksistevnan í Føroyum á hesum sinni. Arbeitt verður longi við at skipa fyri nýggjari stevnu.