Bólturin aftur á rull 8. mars

Spælt verður frá 8. mars til seinasta vikuskiftið í oktober í 2020

Skráin fyri Betri Deildina hjá monnum 2020 er um at verða klár. Væntandi verður fyrsta umfar spælt sunnudagin 8. mars, og seinasta umfar síðsta vikuskifti í oktober. Kvinnurnar byrja 22. mars, og enda 17. oktober

##med2## 

Skráin fyri landskappingina fyri næsta kappingarár hjá monnum og kvinnum er um at verða klár, og komandi ár verður talan um eina drúgva kapping.

Stórsteypadystirnir verða mánaðarskiftið februar-mars, og eina viku seinni, sunnudagin 8. mars fer bólturin aftur á rull í Betri Deildini hjá monnum. Tvær vikur seinni byrjar landskappingin hjá kvinnum.

 ##med3##

Umframt 27 landskappingardystir, og fimm umfør í steypakappingini, skulu heimaligu spælararnir, ið eru partur av ymisku landsliðunum, spæla undankappingardystir, UEFA Nations League dystir og venjingardystir fyri Føroyar.

Harafturat skulu KÍ, B36, NSÍ og HB eisini spæla aljtóða dystir.

Síðsta umfar í fyrru hálvu hjá monnum verður spælt 27. juni, meðan fyrstu dystir í seinnu hálvu verða spældir 26. juli. Summarsteðgurin hjá kvinnum verður frá 28. juni til 2. august.

 ##med4##

Seinasta umfar í Betri Deildini hjá kvinnum verður eftir øllum at døma spælt 17. oktober, meðan síðsta umfar hjá monnum verður leygardagin 31. oktober 2020. Seinasta umfar í UEFA Nations League verður spælt hálvan november.