Borðtennis: Grønland vann tepurt á Føroyum

Grønland vann borðtennisdystin ímóti Føroyum 4-3 - Føroyar vunnu 7-0 á Alderney

Borðtennislandsliðið tapti ímóti Grønlandi og vann á Alderney

Borðtennislandsliðið tapti ímóti Grønlandi og vann á Alderney

Grønland tók fyrsta plássið í bólki B í liðkappingini í borðtennis frammanfyri Føroyar og Alderney.

Hvørki Grønland ella Føroyar høvdu trupulleikar av Alderney, so bólkafinalan var ímillum brøðratjóðirnar tíðliga í kvøld.

 

Tað var í einmansleiki at grønlendingar vóru ov stórur biti. Hallur Thorsteinsson og Fróði F. Jensen vunnu ein og taptu tríggjar.

Hjá kvinnum tapti Rakul Mikkjalsdóttir sín einmansleik, men vann tvímansleikin hjá kvinnum saman við Onnu Mikkjalsdóttir.

Blandaða tvímansleikin vunnu Anna Mikkjalsdóttir og Fróði Fríðason Jensen.

Borðtennislandsliðið tapti ímóti Grønlandi og vann á Alderney