Borðtennis: Ungdómur til Malta at kappast

Sunnudagin seta nakrir av leikarunum á føroyska ungdómslandsliðnum kósina ímóti Malta, har teir skulu luttaka í Malta International Invitational Juniors and Cadet Table Tennis Tournament

Sunnudagin seta nakrir av leikarunum á føroyska ungdómslandsliðnum kósina ímóti Malta, har teir skulu luttaka í Malta International Invitational Juniors and Cadet Table Tennis Tournament, skrivar Borðtennissambandið í tíðindaskrivi í dag.

Talan er um eina millumtjóða kapping, har luttakandi londini umframt Føroyar eru Malta, Noreg, Írland, Wales, Kosovo, Libanon og Kýpros. Hetta er fyrstuferð at føroysk luttøka er í kappingini.

Kappingin er skipað sum liðkapping við tveimum leikarum á hvørjum liði, og so verður eisini ein kapping í einmansleiki. Áðrenn kappingarnar byrja verður ein stór felags venjingarlega.

Liðkapping er á skránni hósdag og fríggjadag, og leygardag og sunnudag er einmansleikur á skránni.

Føroyska ferðalagið fer til Danmarkar sunnudagin og víðari til Malta mánadagin 9. september. Tey vera aftur í Føroyum eina viku seinni, mánadagin 16. september.

Spælarar:

Anja Wongwai (TBF)

Britt Michelsen (TBF)

Ári Fríðason Jensen (Tór)

Heri Lava Láadal (Tór)

Høgni Heinason (Tór)

Marin Elisabet Poulsen (TBF)

Rói Hjaltason (Tór)

Tórur Eið Eliasen (Tór)