Botnliðini gera ov nógv fríspørk og brotsspørk (FM1)

(FM1) Hoyr Eli Hentze í sendingini "Fótbóltspanelið" meta um 6. umfar í Betrideildini, og taka samanum fyrstu fimm umførini

Mynd: FSF

Mynd: FSF

##med2##

Hjálparvenjarin hjá A-landsliðnum, Eli Hentze var annar av gestunum í sendingini "Fótbóltspanelið" á FM1 seinnapartin.

Fyrst tók Eli samanum tey fyrstu fimm umførini. Eli heldur tað verða spennandi, at KÍ og B36 mest sum hava býtt um spælistíl í mun til undanfarna ár. Eli er hugtikin av høga og væl eydnaða pressspælinum hjá HB, men hann hevur eitt hjartasuff um botnliðini, og serliga ÍF og AB, ið hann heldur hava gjørt alt ov nógv fríspørk og brotsspørk.

Verturin, Tróndur Arge fekk eisini Eli at meta 6. umfar í Betrideildini, ið verður leikt hetta vikuskiftið:

Leygardagin klokkan 15: TB-HB (FM1 sigur frá dystinum)

Sunnudagin klokkan 15: KÍ-NSÍ (FM1 sigur frá dystinum)

Sunnudagin klokkan 15: ÍF-AB

Sunnudagin klokkan 15: EB/Streymur-Skála

Sunnudagin klokkan 17: Víkingur-B36 (FM1 sigur frá dystinum)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna við Eli Hentze.

Mynd: FSF

(Eli Hentze metir um 6. umfar í Betrideildini)