Botnurin basti toppinum

1. DEILD: Væl mannað B36 lið sendi víkingarnar krøktar til hús aftur

 

Víkingur hevði seinnapartin møguleika at taka toppin frá 07 Vestur, sum í gjár bara megnaði javnleik ímóti EB/Streymur, sum er aftast í næstbestu deildini.

Í dag hevði B36, sum skal ansa sær í botnstríðnum, vitjan av Víkingi, sum noyddist úr Gundadali við ongum. Víkingarnir vóru krøktir tí teir vunnu einki stig.

B36 vann 2-1. Andrass Johansen setti hol á, tá ið tíggju minuttir vóru farnir, og miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Michal Przybylski til 2-0, og fram ímóti dystarenda minkaði .

Sammett við undanfarnu ferðirnar var B36 liðið heilt væl mannað. Millum teir fyrstu ellivu vóru Gilli Samuelsen, Ragnar Samuelsen og Hugin Samuelsen, og trettan minuttir eftir steðgin loysti Michal Przybylski Hugin Samuelsen av.

 

Besta liðið hjá B36 spældi í gjár. Tað gjørdi besta liðið hjá Víkingi eisini, men eingin av teimum, sum er fastur maður á besta liðnum, spældi við ídag. Meðan Víkingur skal spæla hálvfinalu mikukvøldið, so hevur B36 einki á skránni fyrr enn um eina viku.