Botnurin gjørdi einki við toppin

1.DEILD: Við heimasigri ímóti EB/Streymi styrkti Víkingur í kvøld um sína støðu sum topplið

Næstsíðsti dysturin í 22. umfari í næstbestu fótbóltsdeildini var í Sarpugerði í kvøld. Heimavøllurin hjá næstbesta Víkinga liðnum plagar at vera uppi á Brekku í Leirvík. Í kvøld var fyrsta bríksl klokkan 19.45, og so varð spælt í Sarpugerði, har ljósviðurskiftini eru nógvar ferðir betri, enn tey eru í Leirvík.

Víkingur er topplið, og EB/Streymur er botnlið.

Tí varð heimaliðið roknað at vera stórfavorittur, og Víkingur vann 3-0. Tá ið tað var hálvleikt var støðan 2-0.

Rani Hansen setti hol á í 21. minutti, og tríggjar minuttir seinni økti Dávur á Reynatrøð um munin til 2-0.  Tá ið tað restaðu seks minuttir staðfesti Fannhard Antonson Skoradal 3-0 heimasigurin. Felags fyri allar málskjúttarnar er, at hetta var fyrsta málið, sum teir í ár skora á næstbesta liðnum.

Úrsltið ber við sær, at Víkingur er topplið við 46 stigum – fýra stig frammanfyri NSÍ og átta stig frammanfyri KÍ og 07 Vestur. EB/Streymur er aftast við 12 stigum.

Síðsti dysturin í 22. umfari verður týskvøldið, tá ið KÍ fær vitjan av HB, sum er næstaftast við 20 stigum.