Bowling er aftur partur av oyggjaleikunum (FM1)

(FM1 á OYL) Hoyr samrøðu við James Davey úr Ynys Mon, ið stórfegnast um møguleikan at sleppa at bowla á oyggjaleikunum

Bowling-spælarin úr Ynys Mon, James Davey er vónríkur um, at bowling kann gerast ein fastur partur av oyggjaleikunum (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)

Bowling-spælarin úr Ynys Mon, James Davey er vónríkur um, at bowling kann gerast ein fastur partur av oyggjaleikunum (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)

##med2##

Ein ítróttargrein, ið er aftur at síggja á oyggjaleikunum aftaná 20 ára fráveru er bowling. Tó halda summi, at bowling ikki er ein ítróttargrein, men hesaferð hava gibraltarbúgvar syrgt fyri at hava bowling á breddanum. 

Talan er um bert aðru ferð at kappast verður í bowling á oyggjaleikunum. Fyrru ferð var á Gotlandi í 1999.

Ein av ungu vónríku bowling-íðkarunum er James Davey úr walesisku oynni, Ynys Mon. Hægsta skoringstalið hjá James Davey í einum bowling-spæli er 193.

James Davey vónar, at hann og liðfelagarnir úr Ynes Mon ikki fara at gera sær fyri skommum, og sleppa tey á liðnum hjá Ynys Mon á sigurspallin aftaná lokna kapping væntar James Davey, at hann fer at tára av gleði.

James Davey vónar, at bowling verður partur av oyggjaleikunum, ið ætlandi verða í Føroyum á sumri í 2029, tí hann vil fegin sleppa til Føroya at kappast á oyggjaleikum.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 hevur gjørt við James Davey fyrr í dag.

So kanska ein neisti tendrar í Føroyum nú at fáa føroyingar at kappast í bowling á komandi oyggjaleikum. 

##med3##

Bowling-spælarin úr Ynys Mon, James Davey er vónríkur um, at bowling kann gerast ein fastur partur av oyggjaleikunum (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)

(Samrøða við bowling-íðkaran, James Davey úr Ynes Mon)

James Davey og hini í hópinum hjá Ynys Mon í bowling á oyggjaleikunum (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)