Bragdið bjóðar øllum at renna hvør sær

Sunnudagin 7. juni bjóðar Ítróttarfelagið Bragdið til tiltakið ”Føroyar Renna”

Sunnudagin 7. juni bjóðar Ítróttarfelagið Bragdið til tiltakið ”Føroyar Renna”. Tey bjóða tær at renna ella gang fimm kilometrar, 10 kilometrar, hálvt marathon ella okkurt heilt annað, líka mikið hvar í Føroyum tú ert undur yvirskriftini ”Vit renna saman hvør sær”.

- Føroya einasta marathon – og ársins renniveitsla – sum seinastu 18 árini hevur verið í Havn, er avlýst, men vit vilja so fegin, at øll skulu fáa eina renni ellagangi uppliving hóast tað. Nógv hava vant miðvíst og nú sleppa tit at royna tykkum. Hevur tú ikki vant, ert tú sjálvandi eisini vælkomin við tá Føroyar renna, skrivar Bragdið í tíðindaskrivi.

Tað er ókeypis at luttaka, men tá tú meldar til hevur tú møguleika at stuðla Krabbameinsfelagnum, verður lagt afturat.