Brandur ætlar sær til eina størri fótbóltsligu (FM1)

(FM1) Brandur H. Olsen avdúkar, at hann er opin fyri at royna aðrar leiðir

##med2##

Aftur í kvøld var Brandur H. Olsen besti føroyski leikarin, og svenska ríkisútvarpið hevði tað eisini á munni í sínari frásøgn av EM-undankappingardystinum millum Svøríki og Føroyar.

Brandur H. Olsen avdúkaði í samrøðu við reportaran hjá FM1, Trónd Arge, at hann ætlar sær til eina størri fótbóltsliga í Evropa. Hann hevur enn ein tvey ára sáttmála, men ambitiónirar hjá Brandi eru stórar og tað er alment kent, at fíggjarliga støðan í FH er avbjóðandi.

- Eg kann siga, at tað verður arbeitt við eini loysn. Eg vil fegin royna okkurt annað, tí eg haldi at eg havi okkurt at bjóða úti í verðini. Eg fór til Íslands fyri at fáa nakrar dystir í beinini. Nú havi eg spælt næstan 60 dystir og eri klárur til at taka næsta stigið, sigur Brandur Hendriksson.

Um dystin í kvøld sigur Brandur, at tað er súrt at standa við einum 0-3 tapi, tá ein leikliga hevur verið so væl við, og hevur havt góðar málmøguleikar: - Tað sær ljótt út at tapa 3-0, staðfestir Brandur H. Olsen.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Brand H. Olsen í "Mixed Zone" økinum. 

(Samrøða: Brandur H. Olsen)