Brandur er á veg úr botninum

Helsingborg vann í kvøld sannførandi sigur í Varberg

Alt hetta kappingarárið hava Helsingborg og føroyski landsliðsspælarin Brandur H. Olsen verið kring niðurflytingarstrikuna. Tá ið Brandur og liðfelagarnir fóru úr Helsingborg vóru teir á sama stigatali sum Kalmar FF, sum er undir niðurflytingarstrikuni.

Í kvøld eru Brandur og teir á veg til hús aftur úr Varberg við trimum stigum. Sigurin ber við sær, at Helsingborg hevur 21 stig og er frammanfyri stórfelagið IFC Göteborg, sum er triðiaftast og harvið á plássinum, sum við kappingarlok ber við sær kvalifikatiónsdystir ímóti nummar trý í næstbestu deildini.

Helsingborg vann í kvøld 3-1 eftir at hava verið frammanfyri 2-1 í fyrra hálvleiki.

Brandur H. Olsen var á vøllinum allan dystin á tamb.

3-1 sigurin ímóti Varbergs BiIS FC var fjórði dysturin á rað, at tað eydnaðist Helsingborg at vinna stig. Úrtøkan úr hesum dystunum er tveir sigrar og tveir javnleikir.

Næsti dysturin hjá Helsingborg verður sunnudagin á heimavølli ímóti Östersunds FK, sum hevur 27 stig.