Brandur er frískur aftur: - Fara at geva alt vit hava aftur í dag (FM1)

Brandur Halgirsson er meldaður frískur, og er til reiðar at spæla ímóti Luksemborg í dag klokkan 16.30

Brandur Halgirsson er frískur aftur og ætlar sær at vinna á Luksemborg

Brandur Halgirsson er frískur aftur og ætlar sær at vinna á Luksemborg

Dysturin, Føroyar - Luksemborg byrjar í dag klokkan 16.30 - FM1 sigur beinleiðis frá dystinum

Sjúka darvaði Brandi Halgirssyni at spæla dystin ímóti Slovakia í gjár, og hann var noyddur at liggja í songini á gistingarhúsinum, har hann kortini fekk fylgt við landsdystinum.

Í morgun er føroyski verjuskansin aftur frískur, og hann er eins og liðfelagarnir gorhungraður eftir einum sigri ímóti Luksemborg í dag.

FM1 hitti Brand Halgirsson til eitt prát í morgun. Hoyr millum annað føroyska landsliðsleikaran greiða frá hvussu hann upplivdi dystin ímóti Slovakia úr songini við at trýsta undir myndina í greinini.

Brandur Halgirsson er frískur aftur og ætlar sær at vinna á Luksemborg

Hoyr Brand Halgirsson práta við FM1 í morgun áðrenn dystin ímóti Luksemborg klokkan 16.30