Brandur fær álit í Ajax

-Hetta er ikki so nógv øðrvísi enn H71

Brandur Halgirsson var bert eitt ár í føroyskum vaksnamannahondbólti á hesum sinni

Brandur Halgirsson var bert eitt ár í føroyskum vaksnamannahondbólti á hesum sinni

randur Halgirsson var bert eitt ár í føroyskum vaksnamannahondbólti á hesum sinni. Eftir at hava fingið holla venjing í týska stórfelagnum, Flensburg-Handewitt saman við Hørði Trygvasyni, vendi hann heim til føroyskan hondbólt og H71 áðrenn farna kappingarár, har hann gjørdist Føroyameistari. Nú hevur hann verið í danska Ajax København í umleið ein mánað.

- Tað hendi eitt sindur knappliga, greiðir 20 ára gamli bakkurin frá.

Tað er føroyski landsliðsvenjarin, Sonni Larsen, ið er knýttur at Ajax, ið viðmældi leikaranum og felagnum um at finna saman.

- Teir ringdu og bóðu meg koma niður at royndarvenja, og tað gekk væl, sigur Brandur Halgirsson.

Tað gekk so væl, at felagið bjóðaði ein tvey ára sáttmála, ið føroyingurin tók av.

Eftir ein mánað ella so í nýggja umhvørvinum trívist føroyski landsliðsleikarin væl.

- Teir hava dugað sera væl at taka ímóti mær og kenni tað sum eg havi verið partur av hópinum í langa tíð. Hetta er alt sum ein stór familja og er ikki so nógv øðrvísi enn H71, heldur verjuserfrøðingurin fyri.

Hetta er kortini eitt yrkisfelag, so okkurt er øðrvísi. Í vikuni skrivaðu danskir miðlar, at Ajax København, var sett á sonevnda svarta lista hjá danska hondbóltssambandinum, og ikki slapp at skriva sáttmálar. Tað gekk kortini bert eitt samdøgur ella so áðrenn felagið hevði fingið síni viðurskifti í rætt lag og var tikið av listanum aftur. Dagin eftir varð sáttmálin hjá Brandur Halgirssyni kunngjørdur fyri donskum miðlum.

- Tað hevði ikki so nógv upp á seg. Vit fingu at vita frá felagnum, at hasi tíðindini fóru at koma út, men at tað fór at koma í rætt lag beinanvegin, sigur føroyski landsliðsleikarin.

Nógvir royndir leikarar, eru í hópinum hjá Ajax, og Brandur Halgirsson heldur at menn sum Minik Dahl-Høegh og aðrir duga sera væl at læra frá sær.

Á vøllinum trívist ungi føroyingurin eisini væl. Hann kennir seg fáa nógv álit og sleppur at spæla nógv. Mest í verju- og skjótálopsstøðu, men eisini fitt av tíð í álopinum.

Brandur Halgirsson er eisini glaður um støðið, og hann er vísur í, at hetta fer at hjálpa sær í landsdystum, eins og hann als ikki vísur aftur, at hann kann royna seg á uppaftur hægri støði og møguliga fara aftur til Týsklands ella aðrar stórar hondbóltsdeildir.

- Tað er tað eg altíð havi viljað, ger Brandur Halgirsson púra greitt.

Ajax København spælir fyrsta dystin í donsku 1. deild leygardagin 31. august, og vónin hjá Ajax er fyrst og fremst at vera við í oddinum sigur Brandur Halgirsson.

p { margin-bottom: 0.1in; line-height: 115%; }

Brandur Halgirsson var bert eitt ár í føroyskum vaksnamannahondbólti á hesum sinni