Brandur fekk debut í Allsvenskan

Føroyski landsliðsleikarin byrjaði inni ímóti IF Elfsborg í kvøld.

Brandur Hendriksson hevur nú fingið sínar fyrstu minuttir fyri Helsingborgs IF í bestu deildini, Allsvenskan. Tað fekk hann á heimavølli ímóti IF Elfsborg í kvøld.

Brandur, sum hevur drigist við ein lærskaða og ikki hevur verið við fyrstu tveir dystirnar, byrjaði inni á framrættaða miðvøllinum.

Føroyski landsliðsleikarin hevði eina skotroynd framvið málinum tíðliga í dystinum, og beint áðrenn hálvleikssteðgin fekk hann gult kort. Hann bleiv útskiftur í hálvleikssteðginum.

Dysturin endaði við 0-0-javnleiki. Hetta var fyrsta stigið hjá Helsingborgs IF, sum hevði fingið eina vánaliga byrjan upp á kappingarárið við 0-3-tapi fyri Varbergs BoIS og 0-4-tapi fyri Kalmar FF.

Næsti dystur hjá Helsingborgs IF verður ímóti BK Häcken komandi mánakvøld kl.18.00.