Brandur í serligari troyggju

Helsingborg skal spæla í eini serligari troyggju í uppstartinum

Mynd: (Helsingborg IF/Johan Lilja) Serliga troyggjan sum Helsingborg skal spæla í

Mynd: (Helsingborg IF/Johan Lilja) Serliga troyggjan sum Helsingborg skal spæla í

Tað er við Brandi Hendrikssyni Olsen á forsíðuni, at Helsingborg IF lýsir við nýggju troyggjuni, sum besta mansliðið skal spæla í í uppstartinum.

Heimasíðan skrivar, at troyggjurnar verða ikki keyps í handlinum, men at tað verður møguligt at keypa sjálvar spælitroyggjurnar á uppboðsølu, tá uppstarturin er liðugur.

##med2## 

Brandur Hendriksson Olsen skifti 27. desember í 2019 til Helsingborg IF í bestu svensku deildini. Partarnir hava gjørt ein trý ára sáttmála. Fyrsti venjingardysturin er um eina viku. Sjálv landskappingin byrjar 5. apríl.

Mynd: (Helsingborg IF/Johan Lilja) Serliga troyggjan sum Helsingborg skal spæla í

Brandur Hendriksson: "HIF är en traditionell klubb med stor historia"