Brandur róstur til skýggja

- H*lviti, hasin Brandur, hann er farin at skjóta upp á mál, sigur venjarin.

 

Annan dystin á rað var Brandur Hendriksson stóra upplivingin hjá FH, sum í gjár vendi hóttandi 0-1-tapi til 2-1-sigur ímóti Fylkir við tveimum málum frá føroyska miðvallarunum.

Brandur fær nógv rós fyri avrikið í gjárkvøldið, og tveir av stóru íslendsku miðlunum, fotbolti.net og Vísir, hava kosið hann sum dagsins leikara.

- Hann skorar bæði málini hjá FH og skapar hendan sigurin. Føroyingurin er altíð vandamikið tá ið hann fær bóltin, og hann kann fara væl nøgdur til songar í kvøld, skrivaði fotbolti.net í sínum grundgevingum.

- Brandur Olsen fær heitið sum dagsins leikari. Hann skorar bæði FH-málini og tryggjar teimum sigurin. Hann átti eisini lut í vandamestu atsóknunum og prógvar at hann er ein stór hóttan tá ið han kemur í skotstøðu, skrivar Vísir.

Eisini venjarin hjá FH, Ólafur Kristjánsson, er væl nøgdur við avrikið hjá føroyinginum.

- H*lviti, hasin Brandur, hann er farin at skjóta upp á mál, sigur hann í samrøðu við Vísir.

- Í fyrra skotinum flákraði bólturin, og fyri at verja Stafáni Loga (málverjan, red.), so er tað ótrúliga trupult at fáast við slík skot. Hann smekkaði til soleiðis sum vit hava sæð hann gera tað í venjingum, sigur Ólafur.

- Í seinna málinum var tað ov nógv ferð á bóltinum til at málverjin sá bóltin. Brandur hevur góð skot, og eg vil heldur rósa Brandi enn at siga at málverjin burdi gjørt tað betri, sigur FH-venjarin víðari.

Brandur Hendriksson, sum tykist vera í stórformi í løtuni, hevur skotið seks mál hetta kappingaárið. Minni gott sær tað út hjá Gunnari Nielsen, sum hevur mist málmansplássið í FH til 20 ára gamla Daða Freyr Arnarsson.

FH er nummar trý í íslendsku Pepsi Max-deildini. Næsti dystur verður sunnudagin kl.19.15 á heimavølli ímóti næstfremsta liðnum í deildini, Breiðabliki.