Brandur skoraði í Göteborg

Føroyski landsliðsspælarin var seinnapartin alla tíðina á miðvøllinum hjá Helsingborg

Tað eru knappir tveir mánaðir, inntil fyrsti føroyingurin fer at royna seg í svensku landskappingini.

Sunnudagin 5. apríl fer Helsingborg IF í fyrsta umfari í 2020 landskappingini at spæla á heimavølli ímóti Varbergs BoIS FC.

Brandur Hendriksson Olsen hevur síðani á nýggjárinum verið í Helsingborg. Tað letur til, at hann av álvara hevur fingið fatur í rætta endanum.

Í dag var hann millum teir fyrstu ellivu, tá ið Helsingborg spældi venjingardyst á útivølli ímóti sigursvanda IFK Göteborg, og Brandur var á miðvøllinum allan dystin á tamb.

Úrslitið var 2-2, og tað var Brandur Hendriksson Olsen, sum níggju minuttir undan leikloki javnaði til 2-2. Tað gjørdi hann við høvdinum, eftir at bólturin varð lagdur innfyri.