Brandur skoraði í Helsingborg

Føroyski landsliðsspælarin var millum teir fyrstu ellivu í fyrsta venjingardystinum á heimavølli

mynd: hif.se

mynd: hif.se

Brandur Hendriksson Olsen kennir seg væl í Helsingborg IF – bæði á vøllinum og í býnum. Í dag spældi Helsingborg IF fyri fyrstu ferð í ár á heimavølli. Talan var um venjingardyst ímóti danska superliguliðnum Lyngby.

Gestirnir vunnu 3-2. Brandur Hendriksson Olsen var millum teir fyrstu ellivu á heimaliðnum, og tað var skjótt, at hann markeraði seg. Brandur legði Helsingborg IF framum 1-0 í 12. minutti. Tað var eftir hugflogsríkt uppspæl og innlegg, at føroyski landsliðsspælarin var leysur, tá ið hann setti bóltin í málið.

- Nú havi eg verið her í stívliga tríggjar vikur, og móttøkan hevur verið góð. Venjarin hevur sagt mær, hvør mín leiklutur skal vera, og tað royni at at útinna – bæði í verju og álopi, sigur Brandur H. Olsen við heimasíðuna hjá felagnum.

- Í dag spældu vit væl fyrsta hálva tíman, og síðani var tað nógv upp og niður.

- Tað eru tveir mánaðir, inntil farið verður undir nýggju landskappingina, og tað er nógv, sum tað skal arbeiðast við, og vit eru hugaligir – bæði í arbeiðnum við at fáa konditiónina uppá pláss og at fáa bóltførleikan og liðavrikið at rigga.

Lyngby javnaði lítla løtu eftir, at Brandur hevði skorað, og gestirnir løgdu seg framum 3-1, áðrenn heimaliðið minkaði um munin.

Fyrsti venjingardysturin hjá Helsingborg var fyrr í vikuni í Odense, har OB vann 3-2. Tá var Brandur H. Olsen fyri fyrstu ferð á svenska liðnum.

mynd: hif.se