Brandur tapti og Kaj Leo leikti javnt

Bæði FH og Valur spældu heimadystir í bestu íslendsku fótbóltsdeildini í kvøld

Í kvøld taptu Brandur H. Olsen og liðfelagarnir í FH

Í kvøld taptu Brandur H. Olsen og liðfelagarnir í FH

Føroyingaliðini í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, FH og Valur leiktu heimadyst í 18. umfari í kvøld.

FH tók móti Breiðablik og tapti 2-4 hóast FH hevði verið á odda 2-0 aftaná 17 minuttirs spæl. Brandur H. Olsen legði upp til 1-0 málið við væl tiknum hornasparki, ið endaði við, at Steven Lennon stútaði bóltin í málið. Bert 10 minuttir vóru leiktir tá FH kom á odda, og fáar minuttir seinni økti Atli Guðnason til 2-0, men so byrjaði at ganga galið hjá FH.

Í 23. minutti minkar Breiðablik um munin. Tá sjey minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki fekk Davíð Þór Viðarsson hjá FH reytt kort, og tríggjar minuttir seinni hevði Breiðablik javnað. Tað gingu bara fimm minuttir aftrat so var Breiðablik á odda 3-2. FH royndi at koma afturíaftur, og Brandur H. Olsen hevði eina góða roynd sum rakti yvirleggjaran hjá Breiðablik. Minuttin aftaná Brandur ikki hevði havt hepnið við sær økti Breiðablik til 4-2, ið gjørdist endaliga úrslitið. 

Gunnar Nielsen fekk tíverri heldur ikki spælitíð fyri FH í kvøld. 

Kaj Leo í Bartalsstovu slapp at byrja inni fyri Valur, ið spældi javnleik 2-2 móti Stjarnuni á heimavølli. Støðan í steðginum var 1-1. Kaj Leo hevði eina góða roynd á málið hjá Stjarnuni tíðliga í dystinum. Tá 67 minuttir vóru farnir var Kaj Leo tikin av vøllinum. 

Tað var nær við, at Stjarnan fór við øllum, men seint í dystinum eydnaðist tað Andri Adolphsson at javna fyri Val.

Komandi leygardag spælir FH útidyst móti Stjarnuni. Valur vitjar ÍBV, ið longu eru fluttir niður í næstbestu fótbóltsdeildina. 

 

Støðan: Pepsideildin:
KR18 dystir36:2040 stig
Breiðablik1838:2433
Stjarnan1831:2728
FH1826:2828
Valur1833:2925
HK1826:2225
ÍA1824:2325
Fylkir1829:3125
Víkingur R.1826:2722
KA1824:2921
Grindavík1814:2018
ÍBV1814:416

Í kvøld taptu Brandur H. Olsen og liðfelagarnir í FH