Brandur til Vendsyssel

Brandur Hendriksson Olsen skal komandi hálva árið spæla við Halli Hansson og Vendsyssel

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF)

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF)

FCK og Vendsyssel hava í dag kunngjørt, at Brandur Hendriksson Olsen verður útleigaður frá FCK til Vendsyssel. Talan er um leigusáttmála fyri komandi hálva árið.

 

Les eisini:Hallur longt við Vendsyssel

 

Føroyski landsliðsmiðvallarin hevur ikki fingið so nógva spælitíð hjá FCK hetta kappingarárið. Hann spældi annars ein avgerandi leiklut í fleiri dystum móti endanum av farna kappingarárið, men síðani summarsteðgin hevur hann fyri tað mesta siti á bonkinum.

 

Vendsyssel hevur longu Hall Hansson, René Shaki Joensen og Meinhard E. Olsen í hópinum. Sostatt verður Vendyssel ein ordans føroyingafelag til seinnu hálvu. Vendsyssel liggur nummar tvey í næstbestu deildini í Danmark, og er á uppflytingarkós.