Brandur útvístur í Íslandi

Føroyingarnir í FH høvdu ein vánaligan dag á kontórinum í gjár

Mynd: (mbl.is) Brandur Hendriksson í dysti fyri FH

Mynd: (mbl.is) Brandur Hendriksson í dysti fyri FH

FH spældi í gjárkvøldið 1-1 á útivølli móti Víkingi Reykjavík. Allir tríggir føroyingarnir í FH byrjaðu inni, men Brandur Hendriksson Olsen náddi bara at spæla 44 minuttir, so fekk hann sítt annað gula kort og mátti í brúsu áðrenn hinir. Morgunblaðið í Íslandi skrivar, at Brandur fór í eina takling mitt á vøllinum, sum hann helst ikki skuldi verið farin, tá tú longu hevur eitt gult kort.

Víkingur Reykjavík kom á odda í fyrra hálvleiki, tá føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, ikki fekk fatur á einum longum innkasti. Tað endaði við, at ein spælari hjá Víkingi Reykjavík kundi skjóta bóltin í tóma málið. Jákup L. Thomsen spældi allan dystin, men tað bleiv bara til onkra roynd á mál. FH megnaði at tryggja sær eitt stig, við máli frá Halldóri Orri Björnsson tjúgu minuttir fyri tíð.

##med2## 

Í gjár gekk heldur einki serligt hjá føroyingunum í Íslandi. Kaj Leo í Bartalsstovu og Valur hava fingið eina vánaliga byrjan upp á kappingarárið. Liðið er útsligið í steypakappingini og í gjár taptu teir 1-0 móti KA. Gøtumaðurin spældi allan dystin.

Tað eydnaðist heldur ikki René Shaki Joensen og Grindavík at fáa fult. Havnarmaðurin spældi fyrsta tíman í 1-1 javnleikinum móti Stjarnuni. Eitt sindur merkisvert er, at einki lið hevur fult stigatal eftir tveir dystir.

##med3##

Mynd: (mbl.is) Brandur Hendriksson í dysti fyri FH

Mynd: (vísir.is) Støðan í meistaradeildini í Íslandi