Brann: Gilli hevur fingið staðfest koronu

Tað er nú endaliga staðfest, at Gilli Rólantsson hevur fingið Covid-19 smittuna

Mynd: (Brann.no)

Mynd: (Brann.no)

Tað er nú endaliga staðfest, at Gilli Rólantsson hevur fingið Covid-19 smittuna. Tað boðar heimasíðan hjá Brann frá í dag. Føroyski landsliðsspælarin fekk sjúkueyðkenni fyrr í vikuni, eftir at hann í farnu viku hevði verið samband við ein persón, sum eisini hevur fingið staðfest smittuna.

- Hetta er ótrúliga keðiligt fyri Gilla, men hann hevur gjørt alt rætt í hesi støðuni. Hann boðaði Brann tíðliga frá, at hann hevði verið samband við ein persón, sum hevði smittuna, og hevur sitið í sóttarhaldi heima. Tá hann fekk sjúkueyðkenni bleiv hann avbyrgdur, sigur Magnus Myntevik, lækni hjá Brann.

Læknin leggur dent á, at Gilli Rólantsson ongantíð hevur verið í sambandi við nakra av hinum spælarunum, ella verið á leikvøllinum, síðani hann var í sambandi við persónin, sum er smittaður. Nú skal føroyski landsliðsspælarin vera avbyrgdur til hann verður frískur. Hann skal verða uttan sjúkueyðkenni í tríggjar dagar, áðrenn hann kann venja aftur.

Mynd: (Brann.no)