Brann: Nú er venjarin koyrdur

Brann boðar nú seinna partin frá, at Lars Arne Nilsen er koyrdur

Fyrr í dag skrivaði In.fo um støðuna hjá norska felagnum Brann, sum hevur Gilla Rólantsson í hópinum. Alt bendi á, at hann fór at verða koyrdur í dag – nú hava bæði felagið og venjarin váttað tíðindini fyri norskum miðlum.

Lars Arne Nilsen hevur verið venjari hjá Brann í seks ár, men seinastu tíðina hevur tað gingið minni væl. Tað hevur verið trýst á manninum og farna kappingarár var atkvøðugreiðsla millum spælararnar, og hevur atkvøddur ein meiriluti fyri at venjarin skuldi fara frá. Felagið valdi tó ikki at lurta.

Tað hevur millum annað kostað Gilla Róalantssyni, sum var ein av teimum, ið atkvøddi fyri at venjarin skuldi fara frá. Føroyski landsliðsspælarin hevur ikki verið ein partur av hópinum seinastu tíðina.

Brann tapti í gjár 2-1 móti Vålerenga og Lars Arne Nilsen fór beint av leikvøllinum, uttan at tosa við miðlarnar. Hetta bað hann um umbering fyri í dag, men vísti at kenslurnar fóru við honum, tí hann longu tá visti at hann fór at blíva koyrdur.