Brann Bergen vann í kvøld fyri fyrstu ferð í 92 dagar, tá Gilli Rólantsson og hansara menn vunnu 3-2 á Rosenborg. Gilli Rólantsson kom á vøllin seinasta lítla korterið.
Brann hevur havt eitt misjavnt kappingarár og liðið er í niðurflytingarvanda. Tað eru tríggir mánaðir síðani, at Brann vann ein dyst og Rosenborg er stórur biti. Teir liggja á fjórða plássi.
Tí kom tað eitt sindur óvart á, at Sander Svendsen skoraði til 3-0 til Brann aftaná 47 minuttir. Tá hava Robert Taylor og Daouda Bamba skorað í fyrra hálveiki. Gilli Rólantsson kom inn í 78. minutti og løtu seinni var trýst á, tá fyrst Kristoffer Zachariassen minkaði um munin til 3-1, og í yvirtíðini skoraði Hólmar Örn Eyjólfsson til 3-2.
Brann helt fast í leiðsluni og vann 3-2. Liðið hevur nú 28 stig á 11. plássi. Fýra stig eru niður til niðurflytingarstrikuna.
Rosenborg - Brann 2–3 (0–2)
0–1: Robert Taylor (22.)
0–2: Daouda Bamba (23.)
0–3: Sander Svendsen (47.)
1–3: Kristoffer Zachariassen (81.)
2–3: Hólmar Örn Eyjólfsson (90+4.)
25. serierunde. Eliteserien
Lerkendal Stadion: 600 Áskoðarar
Dómmer: Tore Hansen
Brann (4-2-3-1): Håkon Opdal - Ole Didrik Bomberg, Jon Gudni Fjoluson, Vegard Forren, Ruben Kristiansen - Petter Strand, Kristoffer Barmen - Thomas Grøgaard, Robert Taylor, Sander Svendsen (Gilli Rolantsson fra 78.) - Daouda Bamba (Erlend Hustad fra 88.).