Brann vil ikki selja Gilla

Gilli Rólantsson er ikki nøgdur við vantandi spælitíð, men verður ikki seldur

Gilli Rólantsson er ein ónøgdur maður í Brann. Hann fær lítið av spælitíð og ætlar sær til Tromsø at spæla, men Brann Bergen vil ikki selja 27 ára gamla tvøramanin.

Tað er Bergnes Tidende, sum ber tíðindini í dag. Gilli Rólantsson hevur verið settur í samband við Tromsø, ið eisni hevur eina spæliskipan, ið passar væl til føroyska landsliðsspælaran.

Bergens Tidende hevur eisini tosað við umboðsmannin hjá Gilla Rólantssyni, Annfinn Gaard. Hann sigur við blaðið, at Gilli ikki verður seldur í hesum flytingarvindeyganum, men at spælarin er ónøgdur við vantandi spælitíðina í Brann Bergen.

Gilli Rólantsson hevur sáttmála við Brann Bergen til endan á 2020.