Bridge: Rói og Balli vunnu greitt

Makkaraparið úr Havn vann "Silvurkappingina" í Suðuroy

Mynd: bridge.fo

Mynd: bridge.fo

(Tíðindaskriv frá Bridgesambandinum)

Fastur táttur á skránni hjá FBS í nógv ár hevur verið Silvurkappingin í Suðuroy. Hon verður vanliga spæld síðsta leygardag í januar í skúlanum í Hovi.

Í ár vóru 10 pør við í kappingini, sum er heldur færri enn vanligt. Tað kann tykjast løgið, at bara nøkur heilt fá pør úr Suðuroy spældu við í kappingini, tey flestu komu norðanífrá. Ein orsøk er uttan iva, at talið av bridgespælarum í Suðuroy er í minking, og tey, sum enn spæla, eru farin at eldast og ikki hætta sær at fara til eina so drúgva kapping sum hesa. Vónandi kemur skjótt broyting í har suðuri, soleiðis at fleiri fara at spæla bridge.

Spæld vóru tilsamans 45 spøl. Byrjað var at spæla kl 10 fyrrapart, og liðugt var umleið kl 17.

Gleðiligt var kortini, at tey bæði suðuroyarpørini í kappingini stóðu seg væl og tóku silvur og bronsumerkini.

 

Úrslitið av kappingini var hetta: 

  1. Rói á Rógvu Joensen – Dánjal Pauli Mohr      66,78 %
  2. Connie Thomsen – Margretha Borgardal        52,44 %
  3. Óli Holm – Hans Jacob Petersen                     51,78 %
  4. Allan Dal-Christiansen – Pól Egholm               51,39 %
  5. Robert Langgaard – Dia Jacobsen                   51,11 %
  6. Símun Lassaberg – Árni M. Dam                      50,22 %
  7. Arne Mikkelsen – Bogi Simonsen                     49,72 %
  8. Henriette Svenstrup – Oddmar Danielsen        46,11 %
  9. Anna Olsen – Jóhanna Lava Køtlum                42,11 %
10. Jákup Hjaltalin – Arnbjørn Sivertsen                41,00 %

Mynd: bridge.fo