Bridgelandsliðið leikt seg í fjórðingsfinaluna í altjóða kapping

Fleiri enn 100 lið úr øllum Evropa hava tikið lut í kappingini

Mynd: bridge.fo

Mynd: bridge.fo

Landsliðið í bridge hevur leikt seg í 1⁄4 finaluna í stórari altjóða bridgekapping, sum verður leikt á netinum.

Kappingin verður nevnd BBO InterCity League. Fleiri enn 100 lið úr øllum Evropa hava tikið lut í kappingini.

Tað var sum liður í fyrireiking til Small Nations kapping, sum var leikt í Serbia síðst í oktober, at føroyingar meldaðu seg til hesa sterku kappingini. Føroyar vann sín bólk, har eitt nú vinnandi liðið frá í fjør luttók.

Í gjár leiktu Føroyar 1/8 finalu dyst móti einum sterkum liði frá Wales, sum føroyingar vunnu stórt.

Á føroyska liðnum í 1/8 finuluni leiktu Arne Mikkelsen, Bogi Simonsen, Dánjal Pauli Mohr og Árni M. Dam.

1⁄4 finalurnar verða leiktar á Bridge Base Online, mikukvøldið 18. desember klokkan 20. Til ber at fylgja við dystinum á www.bridgebase.com

Mynd: bridge.fo