Brøðurnir halda fram á Skála

Í kvøld hevur Skála skrivað undir við framrættaðan klaksvíking

mynd: Skála IF

mynd: Skála IF

Eftir summarsteðgin í fjør var Aksel Bjartalíð Danielsen ein av teimum, sum kappaðust um plássið í Skálaálopinum. Tað verður hann eisini í ár.

Skála boðar í kvøld frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Aksel B. Danielsen, sum ber við sær, at Aksel eisini í 2020 fer at spæla fótbólt á Skála. Har verður hann liðfelagi við eldra beiggjan Niels Paula B. Danielsen, sum í fjør viðhvørt var á vongverjanum í vinstru og viðhvørt á miðvøllinum.

Sambært faroesoccer.com var 30 ára gamli Niels Pauli við í 19 dystum, og 20 ára gamli Aksel var við í 12 dystum. Niels Pauli skoraði eitt mál, og Aksel skoraði tvey mál.

mynd: Skála IF