Bronsa og eitt fjórða pláss í svimjistafettunum

(OYL) Kvinnurnar vunnu bronsu í 4 x 50 m frí, og mennirnir gjørdust nummar fýra í 4 x 50 m blandað

Savnsmynd: svimjing.com

Savnsmynd: svimjing.com

Føroyar vunnu eitt bronsuheiðursmerkið í svimjistafettunum í svimjihøllini á oyggjaleikunum í Gibraltar í kvøld.

Kvinnurnar vunnu bronsu í 4 x 50 m frí. Liðið var mannað við Elisabeth Erlendsdóttir, Barbaru Debes, Signhild Joensen og Vár E. Eidesgaard. Tíðin hjá teimum var 1:46.86.

Oyggin Man vann við tíðini 1:46.46. Guernsey gjørdist nummar trý við tíðini 1:46.78.

Mennirnir gjørdust nummar fýra í 4 x 50 m blandað. Liðið var mannað við Alva Hjelm, Óla Mortensen, Róland Toftum og Róki Trygvasyni. Tíðin hjá teimum var 1:43.50.

Oyggin Man vann við tíðini 1:41.75. Guernsey gjørdist nummar tvey við tíðini 1:42.19. Jersey gjørdist nummar trý við tíðini 1:43.11.

 

 

 

 

Savnsmynd: svimjing.com