##med2##
Tað var ein fegin formaður í borðtennissambandinum, Andras Nolsøe vit fingu orðið á aftaná hálvfinaluna hjá Rakul og Annu Mikkjalsdøtur, hóast tær taptu móti parinum av Gotlandi.
Bronsuheiðursmerkið Rakul og Anna hava vunnið hevur stóran týdning fyri borðtennissambandið.
Andras Nolsøe heldur tó, at á minussíðuni má sigast, at umstøðurnar hava sjáldan verið so vánaligar til borðtennis á oyggjaleikunum sum hesaferð. Tað hevur verið sera heitt og ring luft í borðtennishøllini. Andras Nolsøe gleðir seg tí til umstøðurnar sum verða á oyggjaleikunum á Guernsey um tvey ár, har umstøðurnar til borðtennis eru framúr góðar.
Nú standa aðrar avbjóðingar fyri framman hjá føroyskum borðtennis, har EM, Arctic Open og ein nýggj spennandi kapping á Malta verða á skránni.
Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 hevur gjørt við Andras Nolsøe.
##med3##
##ms##