Broytt landslið til Íslands

Kvinnulandsliðið í hondbólti spælir tveir dystir ímóti Íslandi um vikuskiftið - Summar eru við fyri fyrstu ferð, meðan onkrar eru við aftur

Súna Krossteig Hansen er við aftur á landsliðnum, ið hevur seks broytingar í mun til seinast

Súna Krossteig Hansen er við aftur á landsliðnum, ið hevur seks broytingar í mun til seinast

Føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum spælir venjingardystir ímóti Íslandi leygardagin og sunnudagin klokkan fimm.

Landsliðshópurin fór í dag undir ferðina til Hafnafjørð, har dystirnir ímóti íslendska landsliðnum skulu leikast.

Fleiri nýggj andlit eru í mun til seinastu landsdystirnar, har Føroyar spældu ímóti Póllandi og Rumenia í september.

Í málinum er 17 ára gamla Rakul Wardum úttikin á fyrsta sinni.

Afturat henni er ein veteranur komin aftur í málið. Fríða Petersen er aftur á landsliðnum fyri fyrstu ferð síðani dystirnar ímóti Norðurmakedónia í marsmánaði 2018.

Við aftur er eisini Anna Brimnes, ið seinast spældi undankappingardyst ímóti Svøríki fyri tveimum árum síðani - Tann dystin var Anna Brimnes føroyskur toppskjútti við fýra málum.

Tóra Eliasen er eisini úttikin, eftir at hon ikki var við ímóti Póllandi og Rumenia.

Nýggjar á landsliðnum eru eisini tær ungu Karin S. Midjord og Ró Nielsen, sum hava fingið fitt av leiktíð í ár hjá ávikavist Kyndli og VÍF.

Nakrir av berandi leikarunum á landsliðnum í seinastuni eru ikki við ímóti Íslandi,

Í mun til hópin í september eru Turið Arge Samuelsen, Durita C. Jojic, Halla S. Midjord, Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Siw Matras Larsen og Guðrið á Borg ikki við á ferðini til Íslands.

Hópurin sum er farin til Íslands sær soleiðis út (hsf.fo):
Annika Fríðheim Petersen, H71
Fríða Petersen, VÍF
Rakul Wardum, Skanderborg
Pernille Brandenborg, Vendsyssel
Durita Toftum Joensen, H71
Karin Skylv Midjord, Kyndil
Tóra Eliasen, Stjørnan
Ró Tova Nielsen, VÍF
Anna Brimnes, Ajax
Lív S. Poulsen, Herning-Ikast Håndbold
Kristianna Henneberg Joensen, Skovbakken
Marita Mortensen, H71
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Ajax
Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Fríða á Dunga, Neistin

Føroyar skulu spæla ímóti hesum íslendska hópinum (Navn - felag - landsdystir / landsliðsmál)

Málverjar:
Elín Jóna Þorsteinsdóttir Vendsyssel Handbolt 23 / 0
Hafdís Renötudóttir Fram 26 / 1
Íris Björk Símonardóttir Valur 71 / 4

Vinstru vengur
Perla Ruth Albertsdóttir Fram 22 / 25
Sigríður Hauksdóttir HK 14 / 31

Vinstru bakkar:
Andrea Jacobsen Kristianstad Handboll 20 / 14
Helena Rut Örvarsdóttir SonderjyskE Damhåndball 36 / 76
Hrafnhildur Hanna Þrastardóttir Bourg De Peage Drome 32 / 60
Lovísa Thompson Valur 18 / 28
Ragnheiður Júlíusdóttir Fram 25 / 24

Spælskiparar:
Ester Óskarsdóttir ÍBV 31 / 21
Eva Björk Davíðsdóttir Skuru IK Handbold 35 / 27
Karen Knútsdóttir Fram 100 / 357
Sandra Erlingsdóttir Valur 2 / 4

 Høgru bakkar:
Birna Berg Haraldsdóttir Neckarsulmer Sport-Union 56 / 112
Thea Imani Sturludóttir Oppsal Håndball 38 / 52
Rut Jónsdóttir Team Esbjerg 94 / 191

Høgru vengur:
Díana Dögg Magnúsdóttir Valur 20 / 16
Þórey Rósa Stefánsdóttir Fram 104 / 302

Strikuleikarar:
Arna Sif Pálsdóttir Valur 150 / 282
Mariam Eradse Toulon 0 / 0
Steinunn Björnsdóttir Fram 33 / 23

 

 

Súna Krossteig Hansen er við aftur á landsliðnum, ið hevur seks broytingar í mun til seinast