BURN: Neistin-VÍF 35-35: Hoyr mál-fínteljingina og dramatiska endan

(FM1) Dysturin millum Neistamenn og VÍF hevði alt: Eina margháttliga fínteljing av málum, dramatiskan dystarenda, og aftaná hevur VÍF kært

Filip Jojic gjørdist toppskjútti hjá VÍF við 12 málum (Savnsmynd)

Filip Jojic gjørdist toppskjútti hjá VÍF við 12 málum (Savnsmynd)

##med2##

Enn er almenna úrslitið frá høllini á Hálsi javnleikur 35-35 millum Neistan og VÍF í Burndeildini. VÍF var á odda 16-15 í steðginum.

Men vestmenningar meina, at teir áttu at vunnið dystin 35-34.

Tá støðan var 28-30 kom knappliga ein longri steðgur. Tað var sum til eina fínteljing til løgtingsval, tá dómaraborðið mátti fíntelja hvussu nógv mál vóru komin í dystinum.

Tá loksins var fíntalt var støðan broytt til 29-30, og hetta eina málið ger, at Neistin kundi knógvað heim ein javnleik í teimum doyggjandi sekundunum.

VÍF hevur kært tilburðin til HSF. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal og viðmerkjaran, Claus Rasmussen siga frá dramatisku og margháttligu fínteljingini meðan hon fór fram.

2) Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá dramatiska dystarendanum.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Paula Høj hjá Neistanum.

4) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Filip Jojic, ið skoraði 12 mál fyri VÍF. Filip sigur seg ongantíð hava upplivað nakað liknandi sum við málfínteljingini í høllini á Hálsi í dag. 

Í Kollafirði vann H71 22-20 (11-11) á KÍF.

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 NEISTIN5158133259
 H71411391226
 VÍF411610885
 KÍF511211024
 TEAM KLAKSVÍK49194-34
 STÍF6148173-254
 KYNDIL6125154-292

Filip Jojic gjørdist toppskjútti hjá VÍF við 12 málum (Savnsmynd)

(BURN: Neistin-VÍF 35-35 (15-16). Hoyr margháttligu fínteljingina, dramatiska dystarendan og samrøður við Paula Høj og Filip Jojic)