CAS: Sakin hjá City verður viðgjørd í juni

Í juni fær Manchester City at vita, um felagið verður tveitt úr Champions League komandi kappingarárini

Ítróttardómstólurin í Sveis, The Court of Arbitration for Sport, stytt CAS, hevur nú boðað frá at sakin millum UEFA, evropesiska Fótbóltssambandið, og Manchester City um brot á fríggjarreglugerðirnar, verður viðgjørd frá 8. til 10. juni.

UEFA hevur dømt Manchester City fyri brot á Financial Fair Play (FFP). Felagið hevur ikki uppgivið røtt tøl í samband við stuðulsavtalur í tíðarskeiðnum 2012 til 2016, og hareftir ikki samarbeitt í málinum. Revsingin er at Manchester City er útihýst úr øllum evropesiskum kappingum komandi tvey árini, galdandi kappingarárini 2020/2021 og 2021/2022. Hartil hevur felagið fingið eina bót á 222 milliónir krónur.

Manchester City boðað beinanvegin frá, at felagið ikki góðtekur dómin og fer at kæra málið til CAS. Manchester City hevur í tíðindaskrivum og við samrøðu frá dagliga stjóranum, Ferran Soriano, víst sína ónøgd við viðgerðina.

- Tað týdningarmesta, sum eg fari at siga í dag er, at ákærurnar eru ósannar. Tað eru stutt og greitt ósannar. Viðhaldsfólkini kunnu verða vís í tveimum tingum. Tað fyrra er, at ákærurnar eru ósannar, og tað seinna er at vit fara at gera alt, sum vit kunnu, fyri at prógva tað, sigur Ferran Soriano í samrøðu við heimasíðuna hjá felagnum.

##med2##

Víðari í samrøðuni sigur Ferran Soriano, at Sheik Mansour, eigari av Manchester City, ongantíð hevur koyrt pengar í felagið uttan at tað er uppgivið á rætta stað. Hann sigur eisini, at rokniskapurin og bókhaldið hjá felagnum hevur verið kannað fleiri ferðir og einki óregluligt er funnið.

Hetta er aðru ferð, at Manchester City hevur fingið dóm fyri óreglusemi í fíggjarviðurskiftinum. Felagið fekk í 2014 eina bót á 435 milliónir krónur.

Mynd: Ferran Soriano, Pep Guardiola og Tixi Begiristain hava ábyrgdina av ítróttarliga partinum av Manchester City