Casillas innlagdur við hjartatilburði

Kendi spanski málverjin fekk ein hjartatilburð til venjing í dag

Mynd: (Scanpix) Iker Casillas er innlagdur við hjartatilburi

Mynd: (Scanpix) Iker Casillas er innlagdur við hjartatilburi

Kendi spanski málverjin, 37 ára gamli Iker Casillas, er í dag innlagdur á sjúkrahús við hjartatilburði. Hann hevur tað eftir umstøðunum gott og tað er tamarhald á støðuni, boðar felagið hjá honum, FC Porto, frá. 

Iker Casillas var í nógv ár ein ímynd av bæði Real Madrid og spanska landsliðnum. Hann vann tríggjar ferðir Champions League við Real Madrid, og hann var liðskipari, tá Spania vann HM í 2010. Hann spælir í dag við FC Porto í Portugal.

##med2##

Sagt verður, at Iker Casillas var á venjingarstøðini hjá FC Porto, tá hendingin fór fram. Hann bleiv koyrdur á sjúkrahúsið, har hann nú hevur tað gott, men kemur helst ikki at spæla aftur í hesum kappingarárinum.

Mynd: (Scanpix) Iker Casillas er innlagdur við hjartatilburi

Mynd: (Scanpix) Iker Casillas var liðskipari á spanska landsliðnum, sum í 2010 vann HM. Tað er fyrstu og higartil einastu ferð, at Spania hevur vunnið HM