Champions League: Klárt til lutakastið

16 feløg eru komin víðari til endaspælið. Lutakastið verður mánadagin

Í gjár vóru seinastu dystirnir í bólkaspælinum í Champions League spældir. Nú er 16 feløg klár til endaspælið, men tað eru nakrar treytir til lutakastið, sum verður mánadagin.

Feløgini eru styrkismett eftir gongdini í bólkaspælinum. Bólkavinnararnir, Paris Saint-Germain, Bayern Munchen, Manchester City, Juventus, Liverpool, FC Barcelona, Red Bull Leipzig og Valencia, eru styrkismett og kunnu ikki møtast í 1/8-finalunum.

##med2## 

Tey feløgini, sum blivu nummar tvey eru Real Madrid, Tottenham, Atalanta, Atletico Madrid, Napoli, Borussia Dortmund, Lyon og Chelsea. Her vunnu Atalanta og Atletico Madrid seg víðari í gjár.

Tað eru eisini aðrar treytir. Liðini, sum vóru í bólki saman, kunnu ikki møtast. Ei heldur lið úr sama landi. Hesar treytirnar eru bara galdandi í 1/8-finalunum. Hetta er fyrstu ferð í søguni í Champions League, at bara fimm tær stóru deildinar í Evropa eru umboðaði í endaspæælinum. Tað eru Onglang, Spania, Frakland, Italia og Týskland.

Lutakastið til 1/8 finalurnar verður í fyrrapartin mánadagin.