Champions League lutakastið er í dag

Í dag klokkan 16 verður lutakastið til bólkaspælið í Champions League

Í dag klokkan 16 verður lutakastið til bólkaspælið í Champions League. Millum feløgini, ið megnaðu at vinna sær pláss í pottinum í evstu løtu er danska FC Midtjylland. Teir vóru aftanfyri móti Slavia Prag, men vunnu til endans.

UEFA hevur nú kunngjørt styrkilistan til bólkaspælið. Tað eru ávísar samansetingar, ið kunnu geva avbera sterkar bólkar. Tveir teir ovastu bólkarnir telja flestu av stóru feløgunum í Evropa, meðan feløg sum Inter Milan, RB Leipzig og Atalanta eru í triðja styrkisbólki.

Styrkisbólkur 1: Bayern München, Sevilla, Real Madrid, Liverpool, Juventus, Paris Saint-Germain, Zenit og Porto.

Styrkisbólkur 2: Barcelona, Atlético Madrid, Manchester City, Manchester United, Shakhtar Donetsk, Borussia Dortmund, Chelsea og Ajax.

Styrkisbólkur 3: Dynamo Kiev, Red Bull Salzburg, RB Leipzig, Inter, Olympiakos, Lazio, Krasnodar og Atalanta.

Styrkisbólkur 4: FC Midtjylland, Lokomotiv Moskva, Club Brugge, Borussia Mönchengladbach, Istanbul Basaksehir, Rennes og Ferencvaros.