Champions League: Ronaldo og Messi møtast aftur

Liverpool skal til Danmarkar at spæla, meðan Manchester United endaði í torførum bólki

Í dag hevur lutakast verið til bólkaspælið í Champions League. Millum spennandi søgurnar frá lutakastinum er, at Cristiano Ronaldo og Lionel Messi møtast í bólkaspælinum. Juventus og FC Barcelona eru nevniliga í bólkin saman. Hini liðini eru Dynamo Kiev og Ferencvaros.

FC Midtjylland, sum í gjár vann seg í Champions League bólkaspælið, skal millum annað spæla móti Liverpool. Hini liðini í bólkinum er Ajax og Atalanta.

Manchester United rendi seg í ein torføran bólk. Teir eru í bólki saman við Paris Saint-Germain, RB Leipzig og tuskisku meistarunum út Istanbul Basaksehir. Soleiðis háttaði lutakastið seg:

Bólkur A:

Bayern München

Atletico Madrid

Salzburg

Lokomotiv Moskva

Bólkur B:

Real Madrid

Shakhtar Donetsk

Inter

Mönchengladbach

Bólkur C:

FC Porto

Manchester City

Olympiakos

Marseille

Bólkur D:

Liverpool

Ajax

Atalanta

FC Midtjylland

Bólkur E:

Sevilla

Chelsea

Krasnodar

Stade Rennais

Bólkur F:

Zenit

Dortmund

Lazio

Club Brugge

Bólkur G:

Juventus

FC Barcelona

Dynamo Kiev

Ferencvaros

Bólkur H:

PSG

Manchester United

RB Leipzig

Istanbul Basaksehir