Chelsea fer avstað við Timo Werner

Týski áleyparin hevur verið á veg til Liverpool, men The Bild skrivar at hann endar í Chelsea

Í longri tíð hevur Timo Werner verið settur í samband við Liverpool, men í dag skrivar týska blaðið The Bild, at framrættaði spælarin hjá RB Leipzig endar í Chelsea.

Timo Werner hevur eina treyt í sáttmálanum, sum ger at hann kann skifta fyri 420 milliónir áðrenn 15. juni. The Bild skrivar, at Liverpool, sum hevur verið stórfavorittur at keypa Timo Werner, ikki hevur umstøður at keypa stórt inn í løtuni.

Tí hevur Chelsea meldað seg í spælið um Timo Werner og bjóðað honum ein fimm ára sáttmála, og 420 milliónir krónur til RB Leipzig. Hetta verður eisini váttað av ítróttarskrivaranum, James Pearce, sum verður mettur at hava bestu keldurnar í Liverpool.