Chiefs vann Super Bowl 54

Tað var í síðsta fjórðinginum, at Kansas City Chiefs avgjørdi brakið í Miami.

Patrick Mahomes nummar 15.

Patrick Mahomes nummar 15.

Stóra endabrakið í amerikanskum fótbólti, Super Bowl, var í kvøld og í nátt føroyska tíð spæld á Hard Rock Stadium í Miami, har Kansas City Chiefs og San Fransisco 49ers dystaðust. Hetta var 54. útgávan av Super Bowl.

Kansas City Chiefs vóru favorittar at vinna, men teir skuldu vísa seg at fáa tað trupult, og quarterback-stjørna teirra, Patrick Mahomes, var undir trýsti og hevði ilt við at spæla upp til sítt allarbesta, sum plagar at vera nokk til at vinna á øllum.

Mahomes rann sjálvur eitt touchdown og Kansas City var á odda 10-3 tíðliga í dystinum, men so fór tað at ganga hinvegin.

San Fransisco 49ers blandaði kortini væl í álopspartinum og stóð seg samstundis væl í verjupartinum, og hetta syrgdi fyri at teir vóru rímiliga greitt á odda, 20-10, tá ið tað einans restaði síðsti fjórðingurin av dystinum.

Hóast San Fransisco 49ers hevði myndað tað mesta av dystinum, so skramblaði korthúsið fullkomiliga saman í síðsta fjórðinginum. Kansas City Chiefs vann seinasta fjórðingin 21-0 og framdi eitt rimmar comeback í røttu løtuni - júst tá ið dysturin skuldi avgerast.

Tað endaði við 31-20-sigri til Kansas City Chiefs.

- Vit mistu ongantíð trúnna, og tað var avgerandi. Eingin hekk við høvdinum. Vit stólaðu upp á hvønn annan, segði quarterbackurin, Patrick Mahomes, við miðlarnar beint eftir dystin.

24 ára gamli Patrick Mahomes fekk eftir dystin heiðurin sum dagsins leikari, eisini nevnt MVP. Hann er fyrsti leikarin í NFL-søguni, sum er yngri enn 25 ár og bæði hevur vunnið ein Super Bowl-ring og Super Bowl-MVP.

Hetta er eisini fyrstuferð at virdi høvuðsvenjarin hjá Kansas City Chiefs, 61 ára gamli Andy Reid, vinnur Super Bowl sum høvuðsvenjari. Hann vann í 1997 Super Bowl við Green Bay Packers, men var tá quarterbackvenjari og hjálparvenjari.

Hetta er hinvegin aðruferð, at høvuðsvenjarin hjá San Fransisco 49ers, Kyle Shanahan, missir eina stóra Super Bowl-leiðslu. Í 2016 var hann offensive coordinater hjá Atlanta Falcons, sum var á odda 28-3 ímóti New England Patriots, men endaði við at tapa.

Bæði Kansas City Chiefs og San Fransisco 49ers hava nógvar ungar og stinnar leikarar á týdningarmiklu plássunum, og tað verður hildið, at hesi bæði liðini kunnu vera nøkur av teimum, sum koma at mynda NFL-toppin komandi nógvu árini.

Tey, sum longu nú gleða seg til at næsta NFL-kappingarár byrjar, kunnu seta ein kross við 10. september 2020.

Patrick Mahomes nummar 15.