Christian Eriksen er í Milano

Premier League: Danski miðvallarin hevur helst spælt sín seinasta dyst fyri Tottenham

Mynd: (Scanpix) Christian Eriksen

Mynd: (Scanpix) Christian Eriksen

Christian Eriksen er í dag lendur í Milano, har hann skal til læknakanning hjá Inter Milan. Danski miðvallarin hevur eitt hálvt ár eftir av sáttmálanum, og tí má Tottenham selja nú, um felagið skal hava nakað afturfyri.

Danski landsliðsspælarin hevur spælt við Tottenham, síðani hann skifti í 2013 frá Ajax. Seinasta hálva árið hevur hann verið settur í samband við millum annað Real Madrid og Manchester United, men nú er líkt til at Inter Milan hevur vunnið kappingina um bóltsterka miðvallaran.

Inter Milan hevur í løtuni fleiri spælarar, sum hava royndir úr Premier League. Síðani fyrrverandi venjarin hjá Chelsea, Antonio Conte, tók við eru spælarar sum Romelu Lukaku, Victor Moses og Ashley Young komnir til felagið. Eisini hevur Inter Milen verið sett í samband við miðvallarnar Nemanja Matic og Arturo Vidal.

Helst verður Christian Eriksen kunngjørdur í svørtum og bláum longu í dag.

Mynd: (Scanpix) Christian Eriksen