Christian F. Andreasen: Føroyar fáa sínar UEFA-pengar

Tað sigur forsetin í Fótbóltssambandinum, Christian F. Andreasen, sum í dag hevur verið á fundi við evropesiska fótbóltssambandið og tey 55-limalondini.

Mynd: (Álvur Haraldsen) Christian F. Andreasen hevur verið á fundi við UEFA í dag

Mynd: (Álvur Haraldsen) Christian F. Andreasen hevur verið á fundi við UEFA í dag

Tað sigur forsetin í Fótbóltssambandinum, Christian F. Andreasen, sum í dag hevur verið á fundi við evropesiska fótbóltssambandið og tey 55-limalondini. EM-endaspælið í summar er flutt, so at allar heimligar kappingar og Evropa-kappingar kunnu avgreiðast, men tað kostar ikki føroyskum fótbólti pengar – enn.

Brot úr grein í Sosialinum 18. mars 2020

Tað eru stórar rembingar í altjóða fótbólti, nú allur ítróttur liggur lamin kring allan heimin. Tað er ikki nógv pláss í fótbóltskalendaranum. Tí hevur evropesiska fótbóltssambandið eisini gjørt skjótt av og innkallað til fund við øll 55 lima-londini. Har í millum eru Føroyar, sum tó ikki eru eins hart raktar enn av koronasteðginum. Landskappingin er ikki farin í gongd og enn er tíð at bjarga kappingarárinum.

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

Verri er við EM-endaspælinum, sum hesa ferð líkist mest einum ørvitisprojekti, tá koronasmittan herjar. Endaspælið skal nevniliga avgreiðast í tólv stórbýum kring alt Evropa. Tí hevur eisini verið greitt leingi, at UEFA mátti hyggja nærri at EM-endaspælinum.

Vænta at UEFA klára at gjalda

Avbjóðingin er eisini fíggjarlig. Eitt EM-endaspæl umsetur fyri áleið 22 milliardir krónur, og tað er avkasti av hesum pengunum, sum eitt nú føroyska fótbóltssambandið fær til rakstur og annað. Uttan hesa inntøkurnar eru ikki nógv eftir til føroyskan fótbólt, men tíbetur hevur UEFA væl av pengum – enn.

- UEFA væntar at gjalda somu upphæddir, sum teir plaga. Tí fær hetta í fyrstu atløgu ikki so stórar avbjóðingar við sær, men stóri trupulleikin er at vit vita ikki, hvussu leingi hetta stendur við, sigur Christian F. Andreasen við Sosialin.

Føroyska Fótbóltssamabndið fær sínar pengar frá EM-endaspælarinum, meðan feløgini fá av avkastinum frá Champions League og Europa League kappingunum.

Mynd: (Álvur Haraldsen) Christian F. Andreasen hevur verið á fundi við UEFA í dag