City er eitt fet frá meistaraheitinum

Premier League: Leicester stríddist leingi, men megnaði ikki at hjálpa Liverpool

Manchester City hevur í kvøld tikið eitt risa fet móti enska meistaraheitinum, eftir at hava vunnið á Leicester City á heimavølli. Manchester City skal nú bara vinna á útivølli móti Brighton í seinasta umfarinum, so er meistaraheitið heima.

Tað stóð nógv á, men forloysandi málið kom 20 minuttir fyri tíð, tá Vincent Kompany skoraði nakað, sum minnir um ársins mál. Úr 30 metrum valdi belgiski miðverjin at smekka til. Bóltin fór upp í málhornið til stóra gleði fyri heimaliðið.

##med2## 

Tað vóru nakrar spentar støður til seinast, men sum so oftani í hesum kappingarárinum, so stendur Manchester City eftir sum vinnari. Manchester City hevur nú 95 stig, meðan Liverpool hevur 94 stig. Tað er eitt umfar eftir í Premier League.